top of page
Search
  • Writer's pictureHósvíkar Róðrarfelag

Nú kunnu limir venja í neystinum


Nú kunnu limir í Hósvíkar Róðrarfelag venja í neystinum aftur, tó verður gingið eftir ásettum koronatilmælum.

Tað er framvegis av størsta týdningi, at tilmælini um frástøðu og reinføri verða fylgd. Tað merkir, at bert onnurhvør rógvimaskina kann nýtast, tvs. at í mestalagið fýra fólk kunnu venja í neystinum samstundis.

Tað er eisini sera týdningarmikið, at maskinur og onnur venjingaramboð verða sprittaði hvørjaferð áðrenn og eftir brúk. Brúsurúmið og vesini eru stongd.

Á Facebook bólkinum “Limir hjá Hósvíkar Róðrarfelag” ber til at síggja, nær neystið er tøkt at venja í.

Nevndin

32 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page