top of page
Regatta-17 (1).jpg

UM OKKUM

Hósvíkar Róðrarfelag varð stovnað í 1974. Felagið eigur fýra kappróðrarbátar. Bátarnir hjá felagnum eru havbláir við svørtum stokkum. Bátarnir eru: 5-mannaførini Falkur frá 2009 og Heykur frá 2018 og 6-mannaførini Vákur frá 2005 og Hósvikingur frá 2022.

HVR arbeiðir fyri at bjóða verandi og komandi limum og íðkarum felagsins ein pall, har gleði og samanhald er ein av grundsúlunum í felagsskapinum, samstundis sum øll standa saman um, at íðkarnir náa teimum málum, ið vera sett.

Missión - HVR er ein virkin og sosialur felagsskapur
Hetta gera vit við at geva íðkarum og limum í øllum aldrum bestu karmar fyri:

  • At íðka kappróður, inniróður og kropsvenjingar til gaman og álvara.

  • At vera sosialt saman

Visión – ein felagskapur, sum savnar fólk við sjóvarmálan

  • Hósvíkar Róðrarfelag er ein frammsíggin felagsskapur, sum støðugt bjóðar eina breiðari viftu av møguleikum.

  • Vit vilja skapa ein felagsskap, sum savnar stór og smá við sjóvarmálan bæði til sosiala samvera og ítróttaligt virksemi á øllum stigum.

 

Virðir – øll toga í felag

  • Samstarv er týðandi millum nevnd og limir, eins og samstarv er avgerandi í róðrarbáti.

  • Rúmligheit – vit hava pláss fyri øllum sum ynskja at vera ein partur av felagsskapinum, bæði ítróttarliga og menniskjaliga.

 

​​

NEVNDIN

mynd.jpg

Elsa Samuelsen

Forkvinna

mynd.jpg

STEFAN G. JOENSEN

Næstformaður

mynd.jpg

RÚNI H. OLSEN

Kassameistari

Image (20)_edited_edited_edited.jpg

Sigvør Olivia Olsen

Skrivari

Image (17)_edited.jpg

MAGNI H. OLSEN

Nevndarlimur

mynd.jpg

Elias Christensen

1. eykalimur

mynd.jpg

Joakim Ári Hansen

2. eykalimur

mynd.jpg

Áki H. Olsen

Ítróttasamskipari

©2020 by Hósvíkar Róðrarfelag. Proudly created with Wix.com

bottom of page