top of page
Regatta_Logo.png
IMG_9591.JPG

TILMELDING OG ATGONGUMERKJASØLA

Tilmelding fer fram á www.hvr.fo/tilmelding

Atgongumerki inniheldur eina Regattablusu, døgurða og morgunmat í Hósvík og ymiskt undirhald á kajøkinum.

Atgongumerki kostar kr. 250,-

Børn undir 14 ár kr. 100,-

​Húsvognar kr 200,-

Atgongumerki kunnu keypast í bygdarhúsinum í Hósvík dagarnar áðrenn Regatta, á Eiði áðrenn fráferð, og við bátahylin í Hósvík, meðan tiltakið er.

IMG_9849.JPG

FRÁFERÐ AV EIÐI

Regatta verður fríggjadagin 14. august 2026.

Kappróðrarbátar fara av Eiði kl. 12:00.

Motorbátar sigla kl. 12:30.

Siglt verður í fylgi við róligari ferð allan vegin suður gjøgnum Sundalagið. Siglingin er skipað í samráð við bjargingabátar, sum eisini hjálpa til, tá farið verður undir brúnna við Streymin.

Samskift verður umvegis VHF á kanal 8.

IMG_9603.JPG

TRYGDIN UMBORÐ

Tað er sera týdningarmikið, at øll umborð á bátunum hava bjargingarvest og aðra kravda trygdarútgerð.

Bjargingarbátar eru við í siglingini.

Regatta 1.jpg

KAPPRÓÐRARBÁTAR

Tað er sera vælumtókt at koma við kappróðrarbáti á Regatta. Hetta er ein sera góður róðrarteinur.

Siður er, at fara uppá Grønhólm ávegis til Hósvíkar at kvøða.

Hetta er ein góður møguleiki at samla manningina fyri seinastuferð og rógva summarið av.

IMG_9618.JPG

ÚTVARP

FM1 sendur beinleiðis frá tiltakinum.

Hetta er ein hugnalig sending at lurta eftir, meðan siglt verður suður gjøgnum Sundalagið.

90685919_2661543830744674_586131966387027968_n.jpg

HÚSVOGNAR

Húsvognar koma at standa á kaiøkinum við bygningarnar hjá Thor og Reno Vent

Hetta økið er hugnaligt og liggur tætt uppá øll tiltøkini á kaiini.

Vognurin fær streym, vatn og eisini er møguligt at tøma rottangan.

Kostnaður fyri húsvogn kr 200,-

ruben.jpg

MATUR

Ruben Busk ger døgurða til allar Regatta luttakarar aftur í ár. Ruben er Hósvíkingur og er hann kendur fyri at gera sera góðan mat. Hann rekur fyritøkuna MATsmiðjan hjá Ruben Busk, har hann eisini selur tann vælumtókta Ræstkjøtaburgan.

Høgni Reistrup.jpeg

LIVANDI TÓNLEIKUR

Høgni Reistrup spælir í Tónaneystinum.

Guðrið Hansdóttir.jpeg

LIVANDI TÓNLEIKUR

Guðrið Hansdóttir spælir í Tónaneystinum.

Bjarki Trondesen.jpg

LIVANDI TÓNLEIKUR

Bjarki Virgarsson Trondesen spælir í Tónaneystinum.

38282952_10156546185104362_6216280448683737088_n.jpg

FELAGSSANGUR

Felagssangur við Janus Trúgvason verður á kaiøkinum kl. 23:30. 

Regatta-7.jpg

RØÐA

Guttormur í Skála heldur røðu við kaiøkið kl. 23:00

292143880_631812398019182_1812636444345529769_n.jpg

SØLUNEYSTINI

Í Kaffi- og Ølneystinum fæst ymiskt til keyps. Millum annað: atgongumerki, vafflur, kaffi/the, kakao, pylsur og annað. 

Víkas.jpeg

DANSUR

Góður dansur við Víkas verður í bygdarhúsinum frá midnátt.

Kostnaður kr. 150,-

IMG_9526.JPG

MORGUNMATUR

Sum Regatta luttakari fær man morgunmat í bygdarhúsinum. Morgunmaturin er leygarmorgunin frá 08.00 - 11:00.

©2020 by Hósvíkar Róðrarfelag. Proudly created with Wix.com

bottom of page