top of page
Regatta_Logo.png
IMG_9591.JPG

TILMELDING OG ATGONGUMERKJASØLA

Tilmelding fer fram á www.hvr.fo/tilmelding

Atgongurmerki inniheldur eina Regattablusu, døgurða í Hósvík og ymiskt undirhald á kajøkinum.

Atgongumerki kostar kr. 200,-

Børn 4 - 14 ár kr. 100,-

Børn 0 - 3 ár ókeypis.

Atgongumerki kunnu keypast í Á við Norðskála (frá mikudegnum), á Eiði áðrenn fráferð og við bátahylin í Hósvík, meðan tiltakið er.

IMG_9849.JPG

FRÁFERÐ AV EIÐI

Regatta verður fríggjadagin 12. august 2022.

Kappróðrarbátar fara av Eiði kl. 16:00.

Motorbátar sigla kl. 16:30.

Siglt verður í fylgi við róligari ferð allan vegin suður gjøgnum Sundalagið. Siglingin er skipað í samráð við bjargingabátar, sum eisini hjálpa til, tá farið verður undir brúnna við Streymin.

Samskift verður umvegis VHF á kanal 8.

IMG_9603.JPG

TRYGDIN UMBORÐ

Tað er sera týdningarmikið, at øll umborð á bátunum hava bjargingarvest og aðra kravda trygdarútgerð.

Bjargingarbátar eru við í siglingini.

90789557_509958429673899_528152085439447040_n.jpg

KAPPRÓÐRARBÁTAR

Tað er sera vælumtókt at koma við kappróðrarbáti á Regatta. Hetta er ein sera góður róðrarteinur.

Siður er, at fara uppá Grønhólm ávegis til Hósvíkar at kvøða.

IMG_9618.JPG

ÚTVARP

FM1 sendur beinleiðis frá tiltakinum.

Hetta er ein hugnalig sending at lurta eftir, meðan siglt verður suður gjøgnum Sundalagið.

IMG_5926.JPG

HÚSVOGNAR

Húsvognar koma at standa á kaiøkinum við bygningarniar hjá Thor og RenoVent.

Hetta økið er hugnaligt og liggur tætt uppá øll tiltøkini á kaiini.

Vognurin fær streym, vatn og eisini er møguligt at tøma rottangan.

Einki eyka gjald er fyri vognin.

ruben.jpg

MATUR

Ruben Busk ger døgurða til allar Regatta luttakarar aftur í ár. Ruben er Hósvíkingur og er hann kendur fyri at gera sera góðan mat. Hann rekur fyritøkuna MATsmiðjan hjá Ruben Busk, har hann eisini selur tann vælumtókta Ræstkjøtaburgan.

Screenshot_20220805-123710_Photo Collage Editor.jpg

LIVANDI TÓNLEIKUR

Herborg Torkilsdóttir spælir í Tónaneystinum kl. 21:30.

hanus-g-johansen.jpg

LIVANDI TÓNLEIKUR

Hanus G. Johansen spælir í Tónaneystinum kl. 22:00.

61117f40f57b5698ed3c3579083e68a287757e69f1181f332bbd2076dd63d75f-rimg-w526-h296-gmir.jpg

LIVANDI TÓNLEIKUR

Stongum og Guttesen spæla  kl. 22:30 í Tónaneystinum.

38282952_10156546185104362_6216280448683737088_n.jpg

FELAGSSANGUR

Felagssangur við Janus Trúgvason verður á kaiøkinum kl. 23:00. 

296582975_1126558077942202_6587818788129444641_n.jpg

RØÐA

Bergtórur Bjarkhamar heldur røðu við kaiøkið kl. 23:30.

292143880_631812398019182_1812636444345529769_n.jpg

SØLUNEYSTINI

Í Kaffi- og Ølneystinum fæst ymiskt til keyps. Millum annað: atgongumerki, vafflur, kaffi/the, kakao, pylsur og annað. 

11081330_1598579630379613_4894214077613390476_n.jpg

DANSUR

Góður dansur við Hans Jacob hjelm og vinmonnum verður í bygdarhúsinum frá midnátt.

Kostnaður kr. 150,-

IMG_9526.JPG

MORGUNMATUR

Sum Regatta luttakari fær man morgunmat í bygdarhúsinum. Morgunmaturin er leygarmorgunin frá 08.00 - 11:00.

bottom of page