top of page

TILMELDING OG ATGONGUMERKJASØLA
Tilmelding fer fram á www.hvr.fo/tilmelding
Atgongurmerki inniheldur eina Regattablusu, døgurða í Hósvík og ymiskt undirhald á kajøkinum.
Atgongumerki kostar kr. 200,-
Børn 4 - 14 ár kr. 100,-
Børn 0 - 3 ár ókeypis.
Atgongumerki kunnu keypast í Á við Norðskála (frá mikudegnum), á Eiði áðrenn fráferð og við bátahylin í Hósvík, meðan tiltakið er.
FRÁFERÐ AV EIÐI
Regatta verður fríggjadagin 11. august 2023.
Vanliga fara kappróðrarbátar fara av Eiði um 15 tíðina, alt eftir hvussu streymurin er og motorbátar sigla ein hálvan tíma seinni.
Siglt verður í fylgi við róligari ferð allan vegin suður gjøgnum Sundalagið. Siglingin er skipað í samráð við bjargingabátar, sum eisini hjálpa til, tá farið verður undir brúnna við Streymin.
Samskift verður umvegis VHF á kanal 8.
bottom of page