Tiltøk í vetur
- Hósvíkar Róðrarfelag
- Apr 7, 2023
- 1 min read
Tann 18. februar var ein væleydnaður tunnusláttur í neystinum. Nógv børn og vaksin vóru við, 6 kattakongar vóru funnir og flottasta grýla fekk eisini eina gávu.

28. februar var móttøka fyri Mattias Durhuus, tí hann var vorðin heimsmeistari í 500m inniróðri. Nógv fólk vóru í neystinum at taka ímóti Mattias, og eisini kom borgarstjórin og segði nøkur orð.

FM í inniróðri var tann 11. mars í skúlanum við Streymin. Vit fegnast um at felagið var so væl umboða, og at fleiri góð úrslit eisini komu tann dagin.

Fleiri myndir av hesum tiltøkum eru á finna á heimasíðuni undir teiginum 'Myndir'.
Hósvíkar Róðrarfelag
Comments