Rógvið summarið av á Regatta
- Hósvíkar Róðrarfelag

- Jul 24
- 1 min read
Hósvíkar Róðrarfelag bjóðar øllum róðrarfólkum og áhugaðum annars at koma við á Regatta fríggjadagin 15. august! Hetta er ein gyltur møguleiki at savna manningina fyri seinastu ferð og rógva summarið av!

Róðrarbátar rógva av Eiði til Hósvíkar kl. 15.00.
Atgongumerkið fæst til keyps á kaiini á Eiði og í Øl-neystinum í Hósvík fyri 200 kr. Eisini er møguligt at keypa atgongumerki í Regattavikuni, lýst verður á facebook.
Við í kostnaðinum er tann eyðkenda Regattablusin, armband, døgurði í bygdarhúsinum, tá komið verður til Hósvíkar, og morgunmatur leygarmorgun.
Áðrenn miðnátt, verða ymisk tiltøk niðri í neystunum við bátahylin við livandi tónleiki, felagssangi og røðu. Sí skránna á facebook síðuni “Regatta í Hósvík”
Regattadansur verður í Bygdarhúsinum á miðnátt, og kostnaðurin er 150,-
Á Eiði er dráttur til at flota bátin. Somuleiðis er góður dráttur á kaiini í Hósvík og við róðrarneystið hjá Hósvíkar Róðrarfelag, har bátarnir kunnu dragast aftur. Eisini er lætt atkomiligt við bátavogni.
Um tørvur er á at sleppa undir brús, er møguligt at lána brúsurnar hjá Hósvíkar Róðrarfelag
Tjaldingarøkið er sett av, sum Regattaluttakarar hava møguleika at brúka, ókeypis.
Tilmelding fer fram á www.hvr.fo/tilmelding – seinasta freist at melda til er á miðnátt mikukvøldið 13. august.
Áheitan frá vaktarbátunum: vísið góðan sjómanssið og aktið boðini frá okkum!
Les meira um tiltakið á heimasíðuni hvr.fo/regatta ella á facebooksíðu okkara “Regatta í Hósvík” ella á Instagram "regatta_hvr"
Við róðrarkvøðu Hósvíkar Róðrarfelag




Comments