top of page
Search
  • Writer's pictureHósvíkar Róðrarfelag

Rógvið summarið av á Regatta

Hósvíkar Róðrarfelag bjóðar øllum róðrarfólkum og áhugaðum annars at koma við á Regatta fríggjadagin 11. august! Hetta er ein gyltur møguleiki at savna manningina fyri seinastu ferð og rógva summarið av!



Róðrarbátar rógva av Eiði til Hósvíkar kl. 14:30.

Atgongumerkið fæst til keyps á kaiini á Eiði og í Øl-neystinum í Hósvík fyri 200 kr. Eisini er møguligt at keypa atgongumerki í Regattavikuni, lýst verður á facebook.

Við í kostnaðinum er tann eyðkenda Regattablusin, armband, døgurði í bygdarhúsinum, tá komið verður til Hósvíkar, og morgunmatur leygarmorgun.

Áðrenn miðnátt, verða ymisk tiltøk niðri í neystunum við bátahylin við livandi tónleiki, felagssangi og røðu. Sí skránna á facebook síðuni “Regatta í Hósvík”

Regattadansur verður í Bygdarhúsinum á miðnátt, og kostnaðurin er 150,-



Á Eiði er dráttur til at flota bátin. Somuleiðis er góður dráttur á kaiini í Hósvík og við róðrarneystið hjá Hósvíkar Róðrarfelag, har bátarnir kunnu dragast aftur. Eisini er lætt atkomiligt við bátavogni.

Um tørvur er á at sleppa undir brús, er møguligt at lána brúsurnar hjá Hósvíkar Róðrarfelag

Tjaldingarøkið er sett av, sum Regattaluttakarar hava møguleika at brúka, ókeypis.

Tilmelding fer fram á www.hvr.fo/tilmelding – seinasta freist at melda til er á miðnátt mikukvøldið 9. august.

Áheitan frá vaktarbátunum: vísið góðan sjómanssið og aktið boðini frá okkum! Les meira um tiltakið á heimasíðuni hvr.fo/regatta ella á facebooksíðu okkara “Regatta í Hósvík” ella á Instagram "regatta_hvr"


Við róðrarkvøðu Hósvíkar Róðrarfelag

143 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page