top of page
Search
  • Writer's pictureHósvíkar Róðrarfelag

REGATTA 2023

Updated: Aug 10, 2023

Regatta verður í Hósvík 11. aug 2023. Siglt verður av Eiði til Hósvíkar, sum er ein teinur á 9,7 sjómíl. Hetta er ein sera góður túrur suður gjøgnum Sundalagið, har alskins sløg av bátum luttaka.

Á Eiði er atgongumerkjasøla og kiosk frá kl. 13, meðan fólkið riggar til í bátunum. Í ár er tað Annette Spange Davidsen, sum setur Regatta, áðrenn loyst verður. Róðrarbátar fara kl. 14:30 og aðrir bátar kl. 15:00.



Bjargingarbáturin Vón førir fylginum. Eisni eru bjargingarbátarnir Sverri og Ziska við í fylginum. Kappróðrarbátarnir verða fylgdir av Rescue Finn. Stórur dentur verður lagdur á trygdina undir siglingini, tí heita vit á øll um at vísa góðan sjómanssið.

Í bátunum hugna regattagestir sær hvør í sínum lag. Summi diska upp við turrari grind og onnur við øðrum góðum. Onkur harmonika hevur verið at sæð og eisini onkur guitar. Børn og vaksin hugna sær umborð og fáa eina uppliving fyri lívið.


Nógv kappróðrarfólk manna sær bátin og rógva allan teinin av Eiði. Hetta er ein sera góður máti at enda kappróðrarárið uppá. Seinastu árini hava flestu róðrarbátarnir støðga á Grønhólmi. Har plaga tey at kvøða og leggja síðani leiðina til Hósvíkar.


Í Hósvík taka hósvíkingar ímóti øllum gestum, bátum og húsvognum. Eitt sera hugnaligt kvøld við góðum mati frá Matsmiðjuni við Ruben Busk uppi í Bygdarhúsinum til allar gestirnar.


Á kaiøkinum verða gomlu neystini nýtt til sølu og tónleikaframførslur. Ein heilt serlig uppliving við góðum tónum, sum í ár verða frá Hanus G. Johansen, Helenu í Kálvalíð og Daniu O. Tausen.

Her selur bygdafólkið vafflur, pylsur, ymiskt drekkandi og mangt annað.

Eisini eru ymiskar leikur til láns, soleiðis at børnini kunnu hugna sær á sandinum meðan tónleikaframførslurnar eru.


Seinni á kvøldið verður felagssangur við Janus Trúgvason og røða við Una Holm Johannesen. Hesir fara heilt sikkurt at seta sín dám á, og fáa allar regattagestirnar í gott lag, áðrenn farið verður niðan í Bygdarhúsið í góðan dans við REYN. Dansurin kostar kl. 150,-

Leygarmorgun bjóða hósvíkingar til morgunmat í bygdarhúsinum frá kl. 8:00-11:00 og eisini er kaffineystið opið frá kl. 10:00-13:00. Summir bátar leggja leiðina víðari út til Nólsoyar á Ovastevnu.

Tú fært nógv fyri pengarnar, velja vit í Hósvíkar Róðrarfelag at halda fæst í. Atgongumerkið til Regatta kostar:

Vaksin kr. 200,-

Børn 4-14 ár kr. 100,-

Við í prísinum er pláss til bát/húsvogn, døgurði frá Ruben Busk, undirhald á kaiøkinum og morgunmatur leygarmorgun.



Regatta verður fyriskipað av Hósvíkar Róðrarfelag við góðari hjálp frá bygdafólki. Tiltakið er vorið stórt og sera væl dámt, og eru vit sum felag sera errin at standa á odda fyri hesum tiltakinum.

Róðrarfelagið fær góðan ágóða av tiltakinum, og kemur tað væl við hjá okkara rógvarum.


Tiltakið er stuðla av:

RenoVent, KD-Seafood, Fønix, MAT-Smiðjan við Ruben Busk, KJ, Føroya Bjór, Vikmar, Løvubetong, Bátafiskur, Mowi, Vest-Pack, MEST og Jógvan Weihe.


Sí skránna her

Melda til tiltakið her


356 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page