top of page
Search
  • Writer's pictureHósvíkar Róðrarfelag

Opið hús í samband við ABC vikuna

Leygardagin 9/10 kl. 12.00-16.00


ABC fyri sálarheilsu er ein verkætlan hjá fólkaheilsuráðnum, sum í stuttum snýr seg um at skapa karmar fyri trivnaðarfremjandi virksemi í samstarv við feløg, kommunur og stovnar. Tilber at lesa meir um hetta á https://www.folkaheilsa.fo/salarlig-heilsa/abc



ABC stendur fyri:

A) - Ver virkin

B) - Ver saman

C) - Ver hugbundin



Hósvíkar Róðrarfelag hevur valt at vera ein partur av hesum, og hava vit tí valt at hava opið hús leygardagin 9/10, har ymiskt spennandi verður á skránni, og møguleiki er at koma forbíð til prát, hugna og at royna seg innanfyri rógving



Skráin leygardagin:

12.00 - tiltakið byrjar

12.30 - møguleiki at royna seg úti í bátinum

14.00 - skipað verður fyri stafet á maskinu

15.00 - Kahoot kapping

16.00 - tiltakið endar


Tiltakið er fyri allar aldursbólkar, roynd eins og óroynd. So um tú hevur hugsað um at royna antin innandura rógving ella rógving í báti, er hetta ein upplagdur møguleiki at vita, um hetta er nakað fyri teg 🚣🏻‍♀️


Tiltakið er eisini fyri teg, sum hevur áhuga fyri kappróðri og felagi okkara.

Kaffi, te, vatn og frukt verður at fáa☕️🍎


🔵⚫️Nevndin í Hósvíkar Róðrarfelag⚫️🔵

182 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page