Leygardagin 9/10 kl. 12.00-16.00
ABC fyri sálarheilsu er ein verkætlan hjá fólkaheilsuráðnum, sum í stuttum snýr seg um at skapa karmar fyri trivnaðarfremjandi virksemi í samstarv við feløg, kommunur og stovnar. Tilber at lesa meir um hetta á https://www.folkaheilsa.fo/salarlig-heilsa/abc
ABC stendur fyri:
A) - Ver virkin
B) - Ver saman
C) - Ver hugbundin
Hósvíkar Róðrarfelag hevur valt at vera ein partur av hesum, og hava vit tí valt at hava opið hús leygardagin 9/10, har ymiskt spennandi verður á skránni, og møguleiki er at koma forbíð til prát, hugna og at royna seg innanfyri rógving
Skráin leygardagin:
12.00 - tiltakið byrjar
12.30 - møguleiki at royna seg úti í bátinum
14.00 - skipað verður fyri stafet á maskinu
15.00 - Kahoot kapping
16.00 - tiltakið endar
Tiltakið er fyri allar aldursbólkar, roynd eins og óroynd. So um tú hevur hugsað um at royna antin innandura rógving ella rógving í báti, er hetta ein upplagdur møguleiki at vita, um hetta er nakað fyri teg 🚣🏻♀️
Tiltakið er eisini fyri teg, sum hevur áhuga fyri kappróðri og felagi okkara.
Kaffi, te, vatn og frukt verður at fáa☕️🍎
🔵⚫️Nevndin í Hósvíkar Róðrarfelag⚫️🔵
Comments