Search
  • Hósvíkar Róðrarfelag

Inniróður 2020/21


Róðrarsamband Føroya hevur á heimasíðu teirra kunnað um, hvussu inniróðurin 2020/21 verður skipaður. Skipað verður í alt fyri fýra umførum av grand prix-kappingum, har seinasta kappingin eisini er um føroyameistaraheitið (FM).


Kappingarnar verða skipaðar á hesum støðum:

  • í Trongisvági – 24. oktober 2020

  • í Sørvági – 21. november 2020

  • í Klaksvík – 9. januar 2021

  • í Kollarfirði – 13. mars 2021 (FM)

Tilmeldingin fer fram á https://innirodur.rsf.fo


Stigabýtið í grand prix-kappingini verður soleiðis:  nr. 1 fær 7 stig, nr. 2 fær 6 stig, nr. 3 fær 5, stig, nr. 4 fær 4 stig, nr. 5 fær 3 stig, nr. 6 fær 2 stig og nr. 7 fær 1 stig.

Til tríggjar tær fyrstu grand prix-kappingarnar eru vektflokkarnir +2,5 kg, tvs. fyri kvinnur er markið 61,5 + 2,5 kg, og menn 75 + 2,5 kg. Til seinastu grand prix-kappingina og FM er markið fyri kvinnur 61,5 kg og menn 75 kg.


Møguleiki er at luttaka í hesum bólkum:

Einstaklingakappingar børn

– Gentur – 12 ár (2 min)

– Dreingir – 12 ár (2 min)

– Gentur – 13 ár (3 min)

– Dreingir – 13 ár (3 min)

– Gentur – 14 ár (4 min)

– Dreingir – 14 ár (4 min)

– 2000m Gentur – 15 ár

– 2000m Dreingir – 15 ár

– 2000 m Gentur – 16 ár

– 2000m Dreingir – 16 ár

– 2000m Gentur – 17 ár

– 2000m Dreingir – 17 ár

Einstaklingakappingar vaksin

– 2000m Kvinnur Opin bólkur lættvekt

– 2000m Kvinnur Opin bólkur tungvekt

– 2000m Menn Opin bólkur lættvekt

– 2000m Menn Opin bólkur tungvekt

– 2000m Kvinnur 30-39 ár lættvekt

– 2000m Kvinnur 30-39 ár tungvekt

– 2000m Menn 30-39 ár lættvekt

– 2000m Menn 30-39 ár tungvekt

– 2000m Kvinnur 40-49 ár lættvekt

– 2000m Kvinnur 40-49 ár tungvekt

– 2000m Menn 40-49 ár tungvekt

– 2000m Kvinnur 50+ ár

– 2000m Menn 50+ ár

24 views0 comments

Recent Posts

See All