top of page
Search
Writer's pictureHósvíkar Róðrarfelag

Vegleiðing frá RSF í samband við venjing

  • Rógvarar skulu hava atgongd til vask, sápu og spritt til hvørja venjing.

  • Kappróðrarfeløgini skulu skipa venjingina soleiðis, at bara ein manning er í neystnum í senn. Orsakað av smiuvanda verður mælt til, at manningin er tann sama til allar venjingar.

  • Skiftingarrúm/brúsurúm og styrkirúm eru stongd – rógvarar skifta heima áðrenn og eftir venjing.

  • Rógvari hevur sín egna drekkidunk og vest við til venjing.

  • Vestar og venjingarútgerð skulu í mestan mun handfarast av sama persóni, og útgerðin skal vaskast/sóttreinsast áðrenn og eftir venjing.

  • Um mann er sjúkur, er mann heima og møtir ikki til venjing. Um mann ivast, er mann eisini heima. Sjúkutekin: fepur, ilt í hálsinum, hosti, trongd.

  • Allar venjingartíðir skulu yvirhaldast. Kann venjing ikki vera ásettu tíðina, má hon avlýsast og vera næstu ferð.

  • Bátur og allir leysir lutir í bátinum skulu sóttreinsast við yvirflatuspritti - 70-80% eftir hvørja venjing. Fylg vegleiðingini fyri vøruna. Brúka evt. eina gloriasproytu.

  • Í sambandi við manningarskifti kemur fyrra manningin upp á land við bátinum og sóttreinsar bátin og allar leysar lutir, áðrenn næsta manningin tekur yvir. Er bara ein manning um bátin, skulu tollar og stokkar sóttreinsast eftir venjing.


9 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page