Regatta verður í Hósvík 16. aug 2024. Siglt verður av Eiði til Hósvíkar, sum er ein teinur á 9,7 sjómíl. Hetta er ein sera góður túrur suður gjøgnum Sundalagið, har alskins sløg av bátum luttaka.
Á Eiði er atgongumerkjasøla og kiosk frá kl. 13, meðan fólkið riggar til í bátunum. Í ár er tað Eyðstein Zachariassen, býráðslimur, sum setur Regatta, áðrenn loyst verður. Róðrarbátar fara kl. 15:00 og aðrir bátar kl. 15:30.
Við í siglingini í ár verða bjargingarbátarnir Vón og Finn frá Eiðis Bjargingarfelag og Sverri og Ivan frá Vága bjargingarfelag.
Stórur dentur verður lagdur á trygdina undir siglingini, tí heita vit á øll um at vísa góðan sjómanssið.
Í bátunum hugna regattagestir sær hvør í sínum lag. Summi diska upp við turrari grind og onnur við øðrum góðum. Onkur harmonika hevur verið at sæð og eisini onkur guitar. Børn og vaksin hugna sær umborð og fáa eina uppliving fyri lívið.
Nógv kappróðrarfólk manna sær bátin og rógva allan teinin av Eiði til Hósvíkar. Hetta er ein sera góður máti at enda kappróðrarárið uppá. Seinastu árini hava flestu róðrarbátarnir støðga á Grønhólmi. Har plaga tey at kvøða og leggja síðani leiðina til Hósvíkar.
Fleiri kampingvognar leggja leiðina til Hósvíkar, onkur longu hósdag. Her leggja tey upp til hugna og gaman. Tey spáka sær runt í bygdini og gera seg til reiðar at taka í móti øllum bátunum og at njóta Regatta.
Í Hósvík taka hósvíkingar ímóti øllum gestum, bátum og húsvognum. Eitt sera hugnaligt kvøld við góðum mati frá Matsmiðjuni við Ruben Busk uppi í Bygdarhúsinum til allar gestirnar.
Á kaiøkinum verða gomlu neystini nýtt til sølu og tónleikaframførslur. Ein heilt serlig uppliving við góðum tónum, sum í ár verða frá Helenu í Kálvalíð, Herborg Torkilsdóttir og Sámal Ravnsfjall.
Her selur bygdafólkið vafflur, pylsur, ymiskt drekkandi og mangt annað.
Eisini eru ymiskar leikur til láns, soleiðis at børnini kunnu hugna sær á sandinum meðan tónleikaframførslurnar eru.
Seinni á kvøldið verður felagssangur við Janus Trúgvason og røða við Randi Kúrberg. Tey fara heilt sikkurt at seta sín dám á, og fáa allar regattagestirnar í gott lag, áðrenn farið verður niðan í Bygdarhúsið í góðan dans við Hans Jakke Hjelm og vinmenn. Dansurin kostar kr. 150,-
Leygarmorgun bjóða hósvíkingar til morgunmat í bygdarhúsinum frá kl. 8:00-11:00 og eisini er kaffineystið opið frá kl. 10:00-13:00. Summir bátar leggja leiðina víðari út til Nólsoyar á Ovastevnu.
Tú fært nógv fyri pengarnar, velja vit í Hósvíkar Róðrarfelag at halda fæst í. Atgongumerkið til Regatta kostar:
Vaksin kr. 200,-
Børn 4-14 ár kr. 100,-
Við í prísinum er pláss til bát/húsvogn, døgurði frá Ruben Busk, undirhald á kaiøkinum og morgunmatur leygarmorgun.Eitt pappírsarmband verður givið til døgurðan og eitt vovið armband til tiltakið sjálvt og morgunmatin.
Regatta verður fyriskipað av Hósvíkar Róðrarfelag við góðari hjálp frá bygdafólki. Tiltakið er vorið stórt og sera væl dámt, og eru vit sum felag sera errin at standa á odda fyri hesum tiltakið.
Róðrarfelagið fær ágóðan av tiltakinum, og kemur tað væl við hjá okkara rógvarum og fyri felagsskapin í bygdini.
Comments