top of page
Search

Tíðindaskriv: Hósvíkar Róðrarfelag vil frammtíðartryggja umstøðurnar innan kappróður í Sundalagnum

Writer: Hósvíkar RóðrarfelagHósvíkar Róðrarfelag

Hósvíkar Róðrarfelag hevur í eina tíð arbeitt við ætlanum um at byggja eitt nýtt róðrarneyst. Á aðalfundinum í gjár, bleiv verkætlanin løgd fram fyri limum, og næsta stig er at fremja projekteringina og tryggja fígging til byggingina.

Nýggja róðrarneystið sæð norðanfrá.
Nýggja róðrarneystið sæð norðanfrá.

Nýggi bygningurin skal vera karmur um kappróður, sjóvarítrótt og annað virksemi, ið stuðlar undir ítróttalívið í Sundalagnum.

Talan er um eitt stórt framstig, sum fer at skapa eitt hent og nútímans umhvørvi til bæði royndar og nýggjar rógvarar, eins og onnur, ið virka innan sjóvarítrótt. Hetta verður eisini ein møguleiki at styrkja venjingarumstøðurnar og menningarmøguleikarnar hjá íðkarum í økinum.

Nýggja neystið verður ein miðdepil fyri kappróður , men fer samstundis at hava karmar til fundar- og skeiðsvirksemi, sum fer at gagna bæði felagnum og nærumhvørvinum. Harumframt er ætlanin at skapa rúm fyri tiltøkum, sum kunnu stuðla undir ferðavinnuna, við at nýta neystið til framsýningar, upplivingar og onnur tiltøk.

Róðrarneystið hava ZETA arkitektar teknað, og sniðið á bygninginum er tekna við íblástri úr føroyska kappróðrarbátinum, umframt hvussu ein alda brýtur. Bygningurin er teknaður soleiðis, at hann bindur sjógv og land saman í eina eind.

Hendan myndin vísir verðandi og nýggja neystið.
Hendan myndin vísir verðandi og nýggja neystið.

Hósvíkar Róðrarfelag gleðir seg til at fullføra verkætlanina og fegnast um stóra stuðulin frá bæði limum, lokalsamfelagnum og øðrum áhugapørtum.

Vit síggja fram til eina spennandi framtíð fyri kappróðurin og sjóvarítróttin í økinum!

 

Vinarliga

 

Hósvíkar Róðrarfelag

 

 
 
 

댓글


©2020 by Hósvíkar Róðrarfelag. Proudly created with Wix.com

bottom of page