Leygardagin 9. mai, vóru kappróðrarfeløgini á fundi við Róðrarsamband Føroya.
Á fundinum var avgjørt at FM-kappróðurin verður avgreiddur sum upprunaliga ætlað. Tó verða tillagingar við atlit at tilmælunum um smittufyribyrging. Tað merkir m.a., at eingir áskoðarir vera á økinum, og at tað verður longri ímillum hvønn róður.
Fyrsti róðurin verður tann 6.juni í Klaksvík.
Sundalagssevnan, sum í ár verður í Hósvík, verður tann 27. juni.
Vit gleða okkum at fyriskipa stevnuna, og vóna at fólkið í bygdini gleðast við okkum. Vit hava heili fimm manningar í ár, tað eru vit sera glað fyri.
Meir kunning um róðurin kemur seinni.
Nevndin
Comentários