Hósvíkar Róðrarfelag bjóðar øllum róðrarfólkum og áhugaðum annars at koma við á Regatta fríggjadagin 12. august!
Hetta er ein gyltur møguleiki at savna manningina fyri seinastu ferð og rógva summarið av!
Kappróðrarbátar rógva av Eiði til Hósvíkar kl. 16:00
Atgongumerkið fæst til keyps á kaiini á Eiði og í Øl-neystinum í Hósvík fyri 200 kr.
Við í kostnaðinum er tann eyðkenda Regattablusin, armband, døgurði í bygdarhúsinum, tá komið verður til Hósvíkar, og morgunmatur leygarmorgun.
Áðrenn miðnátt, verða ymisk tiltøk niðri í neystunum við bátahylin við live tónleiki, felagssangi og røðu. Sí skránna á facebook síðuni “Regatta í Hósvík”
Regattadansur verður í Bygdarhúsinum á miðnátt, og kostnaðurin er 150,-
Á Eiði er góður dráttur til at flota bátin. Somuleiðis er góður dráttur á kaiini í Hósvík og við róðrarneystið hjá Hósvíkar Róðrarfelag, har bátarnir kunnu dragast aftur. Eisini er lætt atkomiligt við bátavogni.
Um tørvur er á at sleppa undir brús, er møguligt at lána brúsurnar hjá Hósvíkar Róðrarfelag
Tjaldingarøkið er sett av, sum Regattaluttakarar hava møguleika at brúka, ókeypis.
Tilmelding fer fram á www.hvr.fo/tilmelding – seinasta freist at melda til er á miðnátt mikukvøldið 10. august.
Áheitan frá vaktarbátunum: vísið góðan sjómanssið og aktið boðini frá okkum!
Les meira um tiltakið á heimasíðuni hvr.fo/regatta ella á facebooksíðu okkara “Regatta í Hósvík”
Við róðrarkvøðu
Hósvíkar Róðrarfelag
Yorumlar