top of page
Search
  • Writer's pictureHósvíkar Róðrarfelag

Húsvognar á Regatta

16. august verður árliga Regatta, har siglt verður av Eiði til Hósvíkar. Hósvíkar Róðrarfelag bjóðar øllum húsvognum at koma við til hetta hugnaliga tiltak.


Hetta er ein góður møguleiki at savna familju ella vinfólk, áðrenn summarið er fullkomið. Húsvognarnir koma at halda til niðri á kaiøkinum og har verður atgongd til allar hentleikar, ið ein húsvognur hevur tørv á. Um ein hevur tørv á at lána brúsur, er møguleiki fyri at lána brúsurúmið í róðrarneystinum. 

Møguleiki er at seta húsvognin á økið longu hósdagin, um tað er neyðugt, og hann kann vera í Hósvík alt vikuskiftið, uttan eyka gjald. Mánadag verður streymurin tikin burtur.

Kostnaðurin er 200 kr. fyri hvønn persón, og fyri hetta fáa tit: Regattablusu, pláss til húsvognin, døgurða, morgunmat og ymisk tiltøk við bátahylin, sí skránna á facebook. Børn undir 14 ár gjalda 100 kr.


Áðrenn miðnátt verða ymisk tiltøk niðri í neystunum við bátahylin við livandi tónleiki, felagssangi og røðu. Um náttina verður góður Regattadansur í Bygdarhúsinum, og kostnaðurin fyri dansin er 150,-


Bátarnir fara av Eiði kl. 15:00, og teir væntast at verða í Hósvík um 18:00 tíðina.

Atgongumerkir kunnu fáast í ØL-Neystinum, ið er beint við bátahylin. Eisini selja vit atgongumerkir í Regatta vikuni, sí meira á facebook "Regatta í Hósvík".

Vit í Hósvíkar Róðrarfelag vóna, at tit taka av hesum møguleika.

Tilmelding fer fram á www.hvr.fo/tilmelding  – seinasta freist at melda til er á miðnátt 14. august.

Hava tit nøkur ivamál, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.


Vinarliga

Hósvíkar Róðrarfelag

Tlf. 789304

60 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page