top of page
Search
Hetta er ein góður møguleiki at savna familju ella vinfólk, áðrenn summarið er fullkomið.
Húsvognarnir koma at halda til niðri á kaiøkinum og har verður atgongd til allar hentleikar, ið ein húsvognur hevur tørv á. Um ein hevur tørv á at læna brúsur, er møguleiki fyri at læna brúsurúmið í róðrarneystinum.
Møguleiki er at seta húsvognin á økið longu hósdagin, um tað er neyðugt, og hann kann vera í Hósvík alt vikuskiftið, uttan eyka gjald. Mánadag verður streymurin tikin burtur.
Kostnaðurin er 200 kr. fyri hvønn persón, og fyri hetta fáa tit: Regattablusu, pláss til húsvognin, døgurða, morgunmat og ymisk tiltøk við bátahylin, sí skránna. Børn undir 14 ár gjalda 100 kr.
Áðrenn miðnátt verða ymisk tiltøk niðri í neystunum við bátahylin við livandi tónleiki, felagssangi og røðu. Um náttina verður góður Regattadansur í Bygdarhúsinum, og kostnaðurin fyri tað er 150,-
Bátarnir fara av Eiði kl. 15:00, og teir væntast at verða í Hósvík um 17:30 tíðina.
Atgongumerkir kunnu fáast í ØL-Neystinum, ið er beint við bátahylin. Eisini selja vit atgongumerkir í Regatta vikuni, sí meira á facebook "Regatta í Hósvík".
Vit í Hósvíkar Róðrarfelag vóna, at tit taka av hesum møguleika.
Tilmelding fer fram á www.hvr.fo/tilmelding – seinasta freist at melda til er á miðnátt 9. august.
Hava tit hava nøkur ivamál, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Vinarliga
Hósvíkar Róðrarfelag
Tlf. 590148
bottom of page
Comments