Í gjár var flaggdagshald hjá HVR í samband við felagið verður 50 ár í ár.
Nógv fólk møttu og veðrið var sera gott.
Marni E. Joensen býráðslimur og fyrrverandi formaður í felagnum helt eina sera góða røðu.
Eisini kom eitt yvirraskilsi til felagið.
Tveir av okkara limum, Annika Jacobsen og Annette Spange Davidsen hava fingið í lag, at geva felagnum ein HVR sang í gávu, við hjálp frá góðum fólki og stuðli. Vit í felganum eru sera errin av sanginum og takka fyri. Ein sera góður sangur, sum lýsir okkara felag sera væl.
Sangurin kann hoyrast her: https://www.youtube.com/watch?v=uVMhZb4YNSM
Eisini vóru allir 4 bátarnir flotaðir, Heykur, Falkur, Vákur og Hósvíkingur. Vit hava 7 manningar í ár, og verður tað sera spennandi at fylgja øllum manningunum í summar.
Leygardagin bjóðar felagið til føðingardagshald í Bygdarhúsinum. Byrja verður við morgunmati kl. 10:00, øll eru hjartaliga vælkomin. Skráin sæst her:
Ynskir tú at stuðla felagnum á 50 ára degnum, ber til at flyta eina peningaupphædd á kontu í Betri banka 9181-4971126. Vit takka fyri allan stuðul.
Vit vilja her takka øllum limum, rógvarum, foreldrum, viðhaldsfólki, stuðlum, vaskifólki, kakudamum, húsavørði v.m. øll hesi 50 árini.
Samanhald er okkara sál! 💙🖤🇫🇴
תגובות